Almennar avtalu- og leveringstreytir hjá
AGA Føroya Sp/f galdandi frá 1. september 2024
§ 1 Yvirskipað
1.1 Hesar avtalu- og leveringstreytir eru galdandi fyri øll tilboð og allar vørulatingar, uttan so at onnur skrivlig avtala er gjørd partanna millum.
§ 2 Tilboð
2.1 Tilboð skal fyri at vera galdandi vera góðkent í seinasta lagi 30 dagar eftir dagfestingini av tilboðnum.
§ 3 Prísir
3.1 Upplýstir prísir eru, um einki annað er avtalað, uttan skatt og avgjøld. Um so er at skattur og avgjøld greitt eru ein partur av prísinum, kann AGA Føroyar Sp/f krevja einhvørja hækking av hesum skattum og avgjøldum goldna av kundanum.
3.2 Upplýstir prísir eru annars fastir, tá tað snýr seg um levering til ta tíð sum nevnd er í einum tilboði/ ordraváttan.
3.3 AGA Føroyar Sp/f hevur leypandi rætt til at broyta prísir, avsláttir og avsláttarskipanir við 14 daga varningi, um einki annað er avtalað.
§ 4 Gjald
4.1 Kundin kann gjalda við gjaldskorti ella við at flyta upphæddina umvegis bankan á konto 6460 – 220.647.3.
Tikið verður móti fylgjandi gjaldskortum: Dankort Visa, Visa-Dankort, MasterCard.
4.2 Upphæddin verður hevað av korti kundans, tá ið vøran er send ella tá ið tit hava fingið boð um, at vøran er klár at avheinta.
§ 5 Avgreiðsla og vøruútbering
5.1 Um bílagt verður áðrenn kl. 10.00 ein gerandisdag, verður bíleggingin avgreidd sama dag. Bíleggingar eftir hetta, verða avgreiddar dagin eftir.
5.2 AGA Føroyar Sp/f skipar vøruútberingina. Um neyðugt, er útbering eftir útberingini hjá Posta ella við G-Cargo, um AGA Føroyar Sp/f ikki sjálvt leverar vøruna.
5.3 Um tú bíleggur áðrenn kl. 10.00 ein gerandisdag, verður vøran send avstað sama dag. Bíleggingar eftir kl. 10.00 verða latnar Posta ella G-Cargo næsta dagin at bera út.
Útbering við Posta er sambært rutuni hjá Posta.
Útbering við G-Cargo er sama dag, har landfast er, og um vøran er bíløgd innan kl. 10.00. Onnur vøruútbering tekur vanliga 2-3 dagar.
Fraktkostnaður er ta til ein og hvørja tíð upplýsti almenni prísur hjá flutningsfeløgunum.
5.4 Um serligar umstøður ávirka útberingina, so sum veður og vánalig koyrilíkindi, kann hetta seinka útberingini.
§ 6 Fløskur o.a.
6.1 Kundin hevur ábyrgdina av, at gassfløskur, bingjur og onnur íløt sum vørurnar hjá AGA Føroyar Sp/f verða latnar í, og sum AGA Føroyar Sp/f eigur, verða latnar AGA Føroyar Sp/f aftur í sama standi sum tær vóru, tá kundin móttók tær.
Um so er at kundin ikki letur øll slík íløt aftur til AGA Føroyar Sp/f, hevur kundin skyldu til eftir áheitan frá AGA Føroyar Sp/f at endurrinda felagnum keypsprísin fyri eitt slíkt ílæt av sama slag.
Íløt av hesum slag eru framhaldandi ogn hjá AGA Føroyar Sp/f og hvørki kundin, búgvið hjá kundanum ella kreditorar kunnu fáa fulnað í íløtum.
6.2 Tað áliggur kundanum at tryggja at goymsla og nýtsla av hesum íløtum fer fram á lógligan og tryggan hátt og at syrgja fyri at tryggingar fyri ábyrgd, eld, spreinging, stuldur og herverk fevna um hesi íløt.
6.3 Gassfløskur o.a. verða latnar kundanum afturfyri leigugjald. Nærri skipan hesum viðvíkjandi verður til einhvørja tíð ásett av AGA Føroyar Sp/f.
6.4 Mótmæli móti uppgerðum ella útrokningum av leigu til AGA Føroyar Sp/f skulu gerast beinanvegin og í seinasta lagi 20 dagar eftir at fakturi er móttikin.
6.5 Kundin hevur skyldu til at finna seg í, at umboð fyri AGA Føroyar Sp/f eftirkannar goymslu- og framleiðsluhøli hjá kundanum fyri at telja gassfløskur o.a. upp í tann mun, AGA Føroyar Sp/f metir tað vera neyðugt.
§ 7 Gjaldstreytir
7.1 Gjaldstreytirnar fyri keyp frá AGA Føroyar Sp/f eru 20 dagar frá fakturadato.
7.2 Um goldið verður ov seint, verður skylduga upphæddin rentað við tí rentu sum AGA Føroyar Sp/f til einhvørja tíð ásetur og sum er fráboðað á fakturanum.
§ 8 Iðranarrættur
8.1 Angrar tú keypið, kanst tú lata vøruna aftur innan 14 dagar.
8.2 Kundin kann annaðhvørt lata vøruna aftur í handil okkara, Akranesgøta 2, 100 Tórshavn ella senda okkum vøruna aftur. Um AGA Føroyar Sp/f skal heinta vøruna, verður hetta gjørt ímóti einum gjaldi á 130 kr.
8.3 Kundin fær ta fullu upphæddina aftur, sum kundin hevur goldið, um vøran er í sama standi, sum tá hon varð keypt.
8.4 Um vøran verður send aftur, ella um vit skulu heinta vøruna, skal kundin upplýsa telefonnummar, kontonummar og hvussu vøran verður send við at senda teldupost til aga@aga.fo. Upphæddin verður flutt aftur á konto, tá ið vøran er móttikin.
§ 9 Ábyrgd hjá AGA Føroyar Sp/f
9.1 Ábyrgd av manglum við tí selda
Um reklamerað verður rættstundis um manglar innan fyri 2 ár eftir at vøran er leverað, hevur AGA Føroyar Sp/f valið millum antin at bøta um mangulin, ella at lata eina nýggja vøru og kundin kann so ikki seta onnur krøv viðvíkjandi manglum. Kravið hjá kundanum um bøtan av manglunum, ella at vøran verður leverað umaftur fellur burtur, um so er at leveraða vøran ikki hevur verið goymd ella nýtt á rættan hátt sum vanligt og annars í samsvar við ávísingar frá AGA Føroyar Sp/f. Aga Føroyar Sp/f hevur onga ábyrgd av skaðum sum henda orsaka av skeivari ella óhóskandi nýtslu av leveraðu vørunum.
9.2 Ábyrgd av seinkingum
Um so er at levering av vørum er munandi seinkað, hevur kundin rætt til at strika ordran. Um kundin og AGA Føroyar Sp/f hava avtalað levering so líðandi, hevur kundin einans rætt til at strika tann partin av ordranum, sum átti at verið leveraður, men sum er vorðin munandi seinkaður.
Kundin hevur altíð skyldu til at upplýsa um mongd og nær vøran ynskist leverað í góðari tíð, áðrenn AGA Føroyar Sp/f skal leverað vøruna. Serliga er at viðmerkja, at um nýtslan hjá einum kunda í einum tíðarskeiði víkir frá vanligu nýtsluni hjá kundanum, hevur AGA Føroyar Sp/f onga ábyrgd fyri seinkaðum leveringum, um so er at kundin ikki í góðari tíð frammanundan hevur upplýst AGA Føroyar Sp/f um, at hann ynskir økta levering í hesum tíðarskeiði.
Út yvir tað sum stendur í hesi grein, hevur kundin ongar heimildir orsaka av møguligum seinkingum hjá AGA Føroyar Sp/f.
9.3 Force majeure
Um so er at ein levering til tíðina verður forðað av hendingum sum AGA Føroyar Sp/f onga ávirkan yvirhøvur hevur á, herundir, men ikki avmarkað til, verkfall, rakstrarórógv og flutnings-trupulleikar, hevur AGA Føroyar Sp/f rætt til uttan ábyrgd at útseta leveringina ella at strika ordran alt eftir egnum vali. Kundin skal tó hava boð um hetta skjótast gjørligt.
9.4 Vøruábyrgd (produktansvar)
9.4.1 AGA Føroyar Sp/f ábyrgdast eftir tí í Føroyum galdandi lóg um vøruábyrgd (produktansvar) í tann mun lógin ófrávíkiliga skuldi álagt AGA Føroyar Sp/f ábyrgd fyri slíkar skaðar og ábyrgdin hjá AGA Føroyar Sp/f tískil ikki lógliga kann avmarkast.
9.4.2 Vøruábyrgdin hjá AGA Føroyar Sp/f er í øllum førum avmarkað til í mesta lagi DKK 5. mió.
9.4.3 Í teimum førum tá AGA Føroyar Sp/f hevur ábyrgd av vøruskaðum samsvarandi omanfyri standandi og tá skaðin eisini er íkomin orsaka av mistøkum hjá kundanum, verður ábyrgdin býtt ímillum partarnar, eftir hvussu stóra skuld hvør av pørtunum hevur av skaðanum.
9.4.4 Í tann mun AGA Føroyar Sp/f skuldi verið álagt endurgjaldsábyrgd fyri vøruskaðar í mun til triðjamann, hevur kundin skyldu til at halda AGA Føroyar Sp/f skaðaleyst fyri ta ábyrgd, sum AGA Føroyar Sp/f skuldi verið álagt, sum røkkur longri enn ábyrgdin hjá AGA Føroyar Sp/f sambært omanfyri standandi
9.5 Almenn avmarking av ábyrgd
Ábyrgdin hjá AGA Føroyar Sp/f kann ikki, óansæð um felagið hevur verið óansið, fevna um rakstrartap, tíðartap ella annað óbeinleiðis tap ella fylgiskaðar av nøkrum slagi, óansæð um ábyrgdin verður stuðlað á vanligar endurgjaldsreglur ella á annað grundarlag.
Hendan áseting er eisini galdandi fyri vøruábyrgdina hjá AGA Føroyar Sp/f, í tann mun ásetingin ikki verður sett til síðis ella avmarkað orsakað av ófrávíkiligum reglum í føroysku lógini um vøruábyrgd (produktansvar).
§ 10 Immaterial rættindi hjá AGA Føroyar Sp/f
10.1 Kundin skal virða rættindini hjá AGA Føroyar Sp/f til patent, vørumerkir, handilseyðkenni, mynstur, know-how og onnur immaterial rættindi hjá felagnum.
Harafturat hevur kundin ikki rætt til at fjala, taka burtur ella gera ískoyti til vørumerki hjá AGA Føroyar SP/f á vørunum hjá felagnum.
§ 11 Klaga
11.1 Ynskir kundin at klaga um vøru ella tænastu okkara, ber til at seta seg í samband við okkum á aga@aga.fo
11.2 Til ber eisini at venda sær til Brúkaraumboðsmannin, um kundin vil klaga um ólógliga marknaðarføring, spamm, órímiligar avtalutreytir í brúkarasáttmála ella brot á gjaldslógina, sí her https://www.bruk.fo/fo/klaga/prei-ella-klaga
§ 12 Ósemja
12.1 Allar ósemjur sum skuldu staðist millum partarnar verða at leggja fyri Føroya rætt.