Um okkum

Um okkum

AGA-Føroyar er ein gomul fyritøka, sum varð sett á stovn í 1937 við navninum Føroya Gassøla.

Tað var Martin J.S. Mortensen í Havn sum byrjaði egna blikksmiðju í 1937, og samstundis gjørdist hann umboðsmaður fyri Dansk Flaske Gas, sum í 1942 skifti navn til Kosangas. Fyrstu mongu árini helt fyritøkan til í Tungugøtu, og seinni eisini á Viðanesi. Síðan fyrst í 80-unum hevur fyritøkan hildið til á 2.000 fermetra stóra økinum í Akranesgøtu, tann 12.02.1997 bleiv navnið broytt til AGA-Føroyar við hjánavninum Føroya Gassøla.

AGA-Føroyar er veitari av øllum gasssløgum til ídnaðarvinnuna, heilsuøkið og matstovuvinnuna. Okkara vøruveitari er Linde Gas, ið er ein altjóða børsskrásett fyritøka. Eisini hava vit eitt stórt vøruúrval frá Linde Gas, við kenda merkinum AGA, ið er serliga væl egnað til skeribrenning, hiting av jarni v.m.

AGA-Føroyar selur eisini alla útgerð innan sveising, okkara høvuðsmerki er ESAB, her hava vit bæði sveisitól, sveisitengur, elektrodur og annars allar slit og eykalutir.

AGA-Føroyar hevur eitt stórt úrval av blásilampum, gassdósum og regultorum v.m. frá Sievert og Kosangas.

AGA-Føroyar umboðar eisini vælumtóktu grillirnar og grillútgerð av merkinum Napoleon.

AGA-Føroyar hevur hesi síðstu árini selt útgerð til, at hugna um heimið, og her kann m.a. nevnast peisir,  hitapottar, sauna og terassuhitarar.

AGA-Føroyar er í støðugari menning, og royna vit at finna nýggjar vørur innan økið hvønn dag. Vit hava eitt sera dugnaligt toymið ið fegin hjálpir okkara kundum á øllum økjum.